Tvey fólk á sjúkrahús til kanningar

Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp á Skopunarvegnum. Tveir bilar komu koyrandi sama veg, men óhappið hendur, tá ið tann aftari bilurin renur upp í reyvina á tí fremra bilunum.

 

Løgreglan sigur, at eitt fólk var í hvørjum bili og tey vórðu bæði flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Annað varð útskrivað aftur beinanvegin, men hitt fólkið varð innlagt í nátt til eygleiðingar. 

 

Í dag fer løgreglan at avhoyra bilførararnar í eini roynd at fáa greiði á, hví óhappið hendi. Støðan er eftir øllum at døma tann, at tann fremri bilurin bremsar og tað er bilførarin í aftara bilinum av einhvørjari orsøk, ikki varugir við í nóg góðari tíð.