Í dag hava tvey óhapp verið, sum hava kravt, at fólk vórðu send á sjúkrahús. Í klaksvík rakti ein bussur og ein persónur á súkklu, saman beint fyri døgverða, og persónurin á súkkluni máttu á sjúkrahús. Men løgreglan er ikki greið yvir um talan er um heilaskjálvta, ella um nakað er brotið eisini.
Beint eftir døgverða hendi eitt arbeiðsóhapp á asfaltverkinum á Sundi, og ein maður mátti á Landssjúkrahúsið, har hann varð innlagdur við brunasárum.