CHAMPIONS LEAGUE
Liverpool hevði, við at vinna 1-0 í fyrra dystinum á Bernabeu-leikvøllinum í Madrid, longu tryggjað sær gott útgangsstøði. Men tað var ikki farið meir enn eitt korter av dystinum, so hevði gamli Atletico Madrid-spælarin, Fernando Torres, lagt Liverpool fram um 1-0. Dirk Kuyt gjørdi alt forarbeiðið, og Torres skuldi bara beina bóltin ta síðstu leiðina inn um málstrikuna.
Bara 12 minuttir seinni mátti Iker Casillas aftur eftir bóltininum í Real-málinum. Brotsspark var dømt til Liverpool, tá ein sending frá Alvara Arbeloa endaði á økslini á Real-spælaranum, Gabriel Heinze. Linjudómarin veittraði fyri brotssparki, og dómarin peikaði á brotssparksblettin. Steven Gerrard sendi Iker Casillas til høgru, og bóltin til vinstru.
Liverpool brúkti bara 90 sekund av seinna hálvleiki til at punktera dystin. Ryan Babel trekti seg frían á vinstra vongi, samstundis sum Steven Gerrard stormaði inn í brotsteigin, og tá sendingin frá Babel kom, tók Gerrard og hamraði bóltin í netið.
Vóru fantastiskir
Út á seinna hálvleik fór Liverpool-venjarin, Rafael Benitez at hugsa um stórdystin á Old Trafford ímóti Manchester United. Steven Gerrard og Xabi Alonso vóru tiknir út, og inn komu Lucas Leiva og Jay Spearing. Jay Spearing hevur enn sín fyrsta minutt til góðar í Premier League. Andrea Dossena kom stutt fyri leiklok inn fyri Torres, og tað eydnaðist honum at skora til 4-0, eftir eitt væl spælt mótálop.
Hýrurin var góður á Liverpool-spælarunum eftir dystin: – Vit gjørdu arbeiðið liðugt fyrsta hálva tíman, og eg haldi, at vit vóru fantastiskir. Í seinna hálvleiki ráddi mest um at fáa dystin lidnan, og tíbetur fingu vit fleiri mál. Tað var týdningarmikið at vinna, og at fáa eitt pláss í fjórðingsfinaluni. Talan var um eitt satt liðavrik í kvøld, staðfesti Steven Gerrard.
– Vit høvdu varhugan av, at Real Madrid hevði roknað við, at vit fóru at liggja djúpt, og vit høvdu tikið avgerðina um at leggja trýst á teir beinavegin.
Javnaðu áðrenn steðgin
Venjarin hjá Juventus slapp at uppliva, at gamla felag hansara, Chelsea, sendi Juventus úr Champions League. Talan gjørdist um ein undirhaldandi dyst, har Chelsea frá byrjan legði trýst á Juventus. Juventus gjørdi alt fyri at skora tíðliga, og tað eydnaðist eisini italska liðnum at leggja seg á odda, tá 19 minuttir vóru farnir. Fraklendingurin, David Trezeguet spældi hegnisliga Iaquinta leysan, sum skoraði trygt.
Beint fyri steðgin svaraði Chelsea aftur við einum týdningarmiklum máli á útivølli. Frank Lampard skeyt eitt dundur-fríspark á yvirleggjaran. Michael Essien var skjótur á returbóltinum, og beindi hann í málið til 1-1. Essien hevur verið skaddur í knænum í eitt hálvt ár, og var hann ovurfegin aftan á málið.
Juventus mátti nú skora tvær ferðir í seinna hálvleiki, fyri at tryggja sær pláss í fjórðingsfinaluni, og tá góður hálvur tími var farin, birtist aftur ein vón hjá Juventus. Verjuspælarin hjá Chelsea, Beletti, tók bóltin við hondini í brotsteiginum hjá Chelsea, og dómarin dømdi brotsspark. Veteranurin hjá Juventus, Alessandro Del Piero var ósvikaliga tryggur og setti bóltin í netið til 2-1 til Juventus.
Nú satsaði Juventus alt fyri at tryggja sær tað málið, sum vildi givið pláss í fjórðingsfinaluni. Hetta gagnnýtti Chelsea, tá Beletti gjørdi skaðan góðan aftur, við at senda ein góðan bólt inn til Didier Drogba, sum enn eina ferð skoraði fyri Chelsea. Tá vóru bert seks minuttir eftir av vanligu leiktíðini, og Juventus megnaði ikki at svara aftur.
– Hetta var eitt sera gott úrslit fyri okkum, tað var næstan ein sigur. Vit komu higar, fyri at spæla okkum víðari, og megnaðu tað, segði Drogba eftir dystin.
Sporting aftur bank
Hevur Bayern München havt trot á sjálvsáliti, so er tað komið í ríkiligt mát ímóti Sporting Lissabon, tí týskarar hava latið Sporting úr í báðum dystunum. Fyrra dystin í Lissabon vann Bayern München 5-0, og í gjár gjørdist talan um ein 7-1 sigur.
Lukas Podolski var serliga eyðsýndur í fyrra hálvleiki, har hann skjeyt tvey mál. Venjari og spælarar hjá Sporting mugu taka eina stóra eftirmeting, tí at tapa samlað 12-1 í einari áttandapartsfinalu í Champions League er óhoyrt.
Í fjórða dystinum í gjárkvøldið megnaði Villareal – hóast javnleik 1-1 heima og torføran útidyst í Grikkalandi – at spæla seg víðari við 2-1 sigri.