Tvey eins arbeiði í somu bygd

TIMBUR - Eg arbeiði bara fyri meg sjálvan, og tí havi eg fyri tað mesta átikið mær smærri arbeiðir, sigur strandingurin, Jónhard Johansen í fyritøkuni J.J.Smíð. - Eg fái eisini av og á onkur størri arbeiði. Tá má eg viðhvørt fáa hjálp frá familju og øðrum at halda í, meðan eg smíði. Men tað plagar eisini at ganga fínt.

Kolbeinagjógv: Í góðveðrinum hósdagin í farnu viku var Jónhard í ferð við at klæða eini av uttastu sethúsunum í lítlu bygdini, hinumegin heimbygd hansara.

Hann var tá komin so mikið langt, at ein endi sást á hesum arbeiðinum.

- Ja, nú er ikki nógv eftir. Tað manglar bara at avslutta tað seinasta við úthanginum og okkurt aftrat. Og so kann eg fara í holt við tað næsta arbeiðið, greiðir Jónhard frá.

Næsta arbeiðsstaðið var kortini ikki so øgiliga langt hagani. Hann skuldi í roynd og veru bert flyta amboðini nakrar fáar metrar longur norður, til næstu sethúsini í Kolbeinagjógv.

- Har skal eg faktiskt gera nøkulunda tað sama sum eg havi gjørt her. Eg vænti, at eg verði liðugur her í hesi vikuni.

Men Jónhardi nýtist ikki at ganga fyri einki leingi, tí hann hevur eitt arbeiði ið bíðar honum.

Her er talan um eitt størri arbeiði í einum húsum, ið treingja til onkrar neyðugar umvælingar uttanveggja.

- So tú sært, her er nokk at gera!



Runt

Áðrenn Jónhard byrjaði fyri seg sjálvan, hevði hann arbeitt 15 ár sum umsjónarmaður hjá Sjóvar kommunu.

- Eg hevði eitt sera fjølbroytt arbeiði. Her fekst eg bæði við vatnið, var kaifúti, pedellaðist og var eisini knýttur at sløkkiliðinum og mangt annað.

- Jú, man kom av sonnum runt í kommununi, sigur hann við einum brosi.