Nú byrjar av álvara at halla við ferðamannaskipum fyri árið í ár. Skipið, ið liggur á Havnini í løtuni, Seven Seas Navigator, er tað trið seinasta í ár, ið kemur hendaveg. Eftir Seven Seas Navigator kemur Viking Sky tann 12. september. Seinasta ferja í ár er Viking Sea, ið kemur tann 20. september.
Seven Seas Navigator er skip nummar 45 higartil í ár. Tað fyrsta, ið kom hendaveg í ár var Spitsberg, ið var á Havnini tann 16. mai. Tað var ávegis til Eiðis.
Seven Seas Navigator er skrásett í Nassau á Bahamas. Tað er Radisson Seven Seas Cruises, ið eigur skipið, ið er bygt í 1999. Skipið tekur 490 ferðafólk.