Hóast regnið argaði nógv í Danmark um vikuskiftið, so eydnaðist at avgreiða DM-kappingina í frælsum ítrótti.
Hvirlan, Bragdið og Treysti høvdu øll luttakarar við í kappingini, og ikki færri enn tíggju heiðursmerki vóru í skjáttuni, tá leiðin gekk aftur til Føroya.
Rebekke Fuglø vann leygardagin gull á 1.500 metrum, og sunnudagin vann hon aftur gull. Hesa ferð á 800 metrum.
Hanus Bergsson tók lut í spjótkastið fyri U19, og her betraði hann føroyska metið og vann silvur. Nýggja metið er 59,19 metrar.
Eisini Edna Maria Debes setti føroyskt met, tá hon tók lut í trístøkk. Ikki færri enn tríggjar ferðir – í triðju, fjórðu og fimtu royndini – setti hon met. Longsta lopið var 9,88 metrar og rakk hetta til silvur. Marita K. Petersen hevur annars leingi verið nær við at taka gamla metið hjá Elsu Berg (9,63 m). Tá tað so endiliga eydnaðist var ov seint. Og við 9,68 metrum, gjørdist hon eisini akkurát ov stutt til bronsumerkið.
Marita fór tó ikki tómhent heim. Hon setti nevnliga persónligt met og vann silvur í spjótkasti, har hon kastaði 36,79 metrar. Eisini Helgi Geyti og Tróndur Arge fingu heiðursmerki í spjótkasti fyri U17. Helgi silvur við 44,69 m og Tróndur bronsu við 44,44 m.
Leygardagin vann Katarina Høj eisini silvur á 1.500 metrum fyri U15-gentur. Líka til 200 m vóru eftir vóru fleiri púra javnar. Men so skrædnaði, og Katarina fekk kempað seg til eitt bronsumerki við persónligum meti – 4.50,08 min. Hetta er samstundis bólkamet.
Umframt gullið hjá Rebekku sunnudagin, vunnu føroyskir luttakarar eisini tvey onnur heiðursmerki.
Hóast váta veðrið avgjørt ikki er tað besta til klingrukast, so megnaði Hallur Simonsen at betra sítt persónliga met, og hetta rakk til silvur.
Triðja heiðursmerki sunnudagin vann Katarina Høj, G14-15, á 800 metrum, har fleiri komu rættiliga javnar á málið.
Umframt tey tíggju heiðursmerkini gjørdist talan um føroysk met í spjótkasti hjá monnum, trístøkki hjá kvinnum, 800 m hjá kvinnum og 200 m hjá kvinnum. Harumframt eru fleiri bólkamet tikin umframt at fleiri hava sett persónlig met.