Í minsta lagi tvey fólk eru deyð og 25 eru særd í russiskum rakettálopum á ukrainska býin, Kryvyj Rih, í morgun.
Býurin liggur í syðra parti av Ukraina, og tað er ukrainska innanríkisráðið, sum ber hesi tíðindi fyrrapartin.
Sambært skrivstovuni hjá landsins ríkisadvokati eru fýra børn millum tey deyðu.
Ukrainski innanríkisráðharrin, Ihor Klymenko, sigur, at 5-7 fólk eru avbyrgd í leivdunum av bygningunum, sum eru raktir.
Ein útbúgvingarstovnur í fýra hæddum og ein íbúðarbygningur í níggju hæddum í miðbýnum í Kryvyj Rih eru raktir á álopunum.
- Kryvyj Rih er heimbýurin hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, veit tíðindastovan NTB at siga.
Sjálvur skrivar forsetin á sosialum miðlum, at russisku yvirgangsatsóknirnar ræða ikki myndugleikarnar í Ukraina.
- Vit eru til arbeiðis at bjarga okkara fólki, sigur Volodymyr Zelenskyj, forseti.
Tíðindastovan NTB leggur aftrat, at í juni lótu tíggju fólk lív í Kryvyj Rih í einum hørðum russiskum álopi á býin.