Tvey fólk doyðu, og trý vórðu álvarsliga løstað, tá eitt lítið privatflogfar datt niður sunnan fyri Sæby í Norðurjyllandi fyrrapartin. Tey trý, sum hava fingið skaða, eru tvey vaksin og eitt barn.
Løgreglan í Norðurjyllandi sigur, at flogfarið, sum tók fimm fólk, brotnaði tvørturav, tá tað datt niður.
Sambært fjølmiðlunum átti eitt týskt felag flogfarið, sum var av slagnum Piper.
Skaðanevndin er á veg á vanlukkustaðið at kanna vrakið.