Tvey av dekkunum brustu, tá eitt flogfar setti seg á flogvøllin í Keflavík í Íslandi í vikuni. Talan var um eitt flogfar, sum hevur pláss til 76 ferðafólk, men bara tveir flogskiparar vóru í flogfarinum, tá óhappið hendi.
Flogfarið hevur fimm hjól, eitt undir nøsini og tvy undir hvørgum vongi, og tá tað setti seg, brustu bæði dekkini undir høgra vongi. Stórvegis skaði hendi tó ikki.
Morgunblaðið skrivar, at flogfarið var komið úr Goose Bay í Kanada og var á veg til Finnlands. Sagt verður, at krapi var á flogvøllinum í Goose Bay, tá flogfarið fór haðani, og at krapi helst er komin inn í hjólið og er frystur á vegnum um Atlantshavið.










