Tvey Carlsberg lið møtast í FA-Cup

Carlsberg hevur veruliga rakt seymin beint á høvdið, í einum marknaðarføringsdreymi av dimensiónum í Onglandi. Tvey tey einastu fótbóltsliðini, ið bryggjaríið sponsorerar í Onglandi, skulu møtast á Anfield leikvøllinum í fjórða umfari av steypakappingini.

 

Carlsberg hevur í fleiri áratíggju verið høvuðssponsorur hjá Liverpool. Og tað er neyvan tann stóra søgan, at liðið frá Merseyside hevur megnað at spælt seg víðari til enn eitt umfar.

Hinvegin er tað ómetaliga forkunnugt, at tað er eydnast Havant & Waterlooville frá Blue Square South deildini, sum er heilt uttanfyri tær vanligu deildirnar.

 

Sponsor ?Gimmick?

Havant & Waterlooville vunnu á Swansea, ið liggja 83 pláss hægri í tí enska fótbóltshierarkinum, við úrslitinum 4-2 í umdysti, eftir at fyrsti dysturin var endaður við 1-1 javnleiki.

Carlsberg hevur ætlanir um at gera serligar troyggjur til tey bæði liðini, so at bæði fara at hava búmerkið (navnið) á bringuni. Áhugin fyri dystinum millum ein av bestu liðunum í Onglandi, og ?outsidararnir? frá Havant & Waterlooville er so stórur, at heimasíðan hjá lítla felagnum, javnan er óvirkin, orsakað av trýstinum frá teimum nógvu vitjanunum.

- Vit kunnu finna uppá øll møgulig sløg av ?gimmickum? (eygafangandi), men vit hava bert gott og væl eina viku at gera tað í, sigur Gareth Roberts, ið hevur ábyrgdina fyri sponsoraktivitetinum hjá Carlsberg.