Hjá kvinnunum kemur VB á vitjan hjá Kyndli. VB hevur verið partur av oddastríðnum, men við 9 stigum fyri sínar 9 dystir eru tær nú í vanda fyri at verða koplaðar heilt frá. Kyndil hevur 13 stig fyri sínar 9 dystir og er nummar tvey. Tí hevur VB illa ráð at tapa dystin, um tær skulu gera sær nakrar vónir um at melda seg aftur í oddastríðið. Kyndil kann hinvegin við einum sigri skræða seg leyst av Neistanum, sum eisini hevur 13 stig – tó fyri 10 dystir.
Dysturin í Havn byrjar klokkan 14.30
Hjá monnum vitjar H71 í Kollafirði. Undan dystinum er KÍF nummar tvey við 16 stigum, meðan H71 er nummar trý við 12 stigum. Ein sigur til kollfirðingarnar kann tí mest sum isolera oddin frá restini. Hinvegin vita hoyvíkingar, at vinna teir dystin, so eru bert tvey stig upp til finaluplássið.
Dysturin í Kollafirði byrjar klokkan 16.00.









