Tvey avgjøld verða nú hækkað – og okkurt lækkar

Og onkur stuðul verður skerdur - men barnsburðarfarloyvið verður longt

 

Tað er nú greitt á næsta ár fer gjaldið til Heilsutrygd, og gjaldið til Barsilsskipanina, at hækka.

Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú hann fer at leggja fíggjarlógina fyri næsta ár, fyri Løgtingið.

Tvær skipanir hjá tí almenna, nevniliga Heilsutrygd og Barsilsskipanin, geva stórt hall, og serliga barnsburðargrunnurin er so illa fyri, at hendir einki nú, fer hann á heysin á nýggjárinum, tí gjaldið úr grunninum er nógv størri enn gjaldið í grunnin.

Jørgen Niclasen sigur, at útreiðslurnar hjá Heilsutrygd eru hækkaðar 22 milliónir krónur, eitt nú tí at fleiri kommunulæknar eru settir. Tískil verður gjaldið til Heilsutrygd hækkað 0,1 prosent og tað svarar til eina inntøku upp á 12 milliónir krónur. Harafturat verður stuðulin fyri ymsar tænastur, eisini skerdur, men Jørgen Niclasen sigur, at tað er stuðulin til fólk við góðari løn, sum verður skerdur.

Samstundis er ætlanin at hækka gjaldið til barsilsgrunnin 0,15 prosent so at tað kemur upp í 0,86 prosent tilsamans. Ein partur av tí skal brúkast til at dekka undirskotið í skipanini, men ein partur skal brúkast til at hækka barnsburðarfarloyvið upp í eitt ár, í løtuni er tað 48 vikur.

Men afturfyri verður gjaldið til Als, lækkað 0,25 prosent, so fyri skattgjaldaran stendur roknistykkið nøkunlunda upp og niður, sigur landsstýrismaðurin.