Tað gjørdist ikki ein serliga góður føroyinga-dagur í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Brandur Halgirsson skoraði tvey mál tá lið hansara, Ajax tapti 25-28 fyri HEI Skæring á útivølli. Í steðginum var HEI Skæring á odda 14-11.
Rói Berg Hansen kom ikki á máltalvuna í dag, men lið hansara, HØJ vann góðan 32-29 sigur á Grindsted á útivølli. Í steðginum var HØJ á odda 16-14.
Rókur Akralíð kom ikki á máltalvuna og lið hansara, Odense tapti á heimavølli 26-30 fyri Sydhavsøerne. Í steðginum var útiliðið á odda 16-13.
Ígjár taptu Teis Horn Rasmussen, Sjúrður Olsen og liðfelagarnir í Tønder 31-32 fyri Midtjyllandi.
Í morgin klokkan 12.30 spæla Leivur Mortensen og liðfelagarnir í Odder móti Roskilde á útivølli.
Støðan:
| Nr | Lið | Dystir | Stig |
| 1 | Skovbakken | 4 | 6 |
| 2 | Sydhavsøerne | 4 | 6 |
| 3 | HC Midtjylland | 4 | 6 |
| 4 | HØJ | 4 | 6 |
| 5 | Tønder | 4 | 5 |
| 6 | Odder | 3 | 4 |
| 7 | Ajax | 4 | 4 |
| 8 | Grindsted | 4 | 4 |
| 9 | Otterup HK | 4 | 3 |
| 10 | Vendsyssel | 4 | 3 |
| 11 | HC Odense | 4 | 2 |
| 12 | HEI Skæring | 4 | 2 |
| 13 | FIF | 4 | 2 |
| 14 | Roskilde | 3 | 1 |











