Tey bæði, ið eru eftir í Føroya elsta tónleikabólki, Teimum av Kamarinum, vóru í sambandi við 50 ára hátíðarhaldið hjá bólkinum doypt um til Tvey av Kamarinum. Tey eru Eyðbjørn og Nikolina av Kamarinum, og hava spælt saman við ymiskum tónleikarum í fleiri ár. Leygarkvøldið fara tey á pallin í Glitni.
Tvey av Kamarinum góvu í fjør fløguna Dámliga Gøtan út. Henda fløga er úrslitið av upptøkum, sum Ronny Nielsen hevur gjørt við systkjunum báðum. Nikolina hevur ein sera egna rødd, sum bergtekur lurtaran. Hon tolkar á fløguni nýggj og gomul løg, við kraft og inniligheit á sín heilt egna hátt.
Tónleikurin hjá Nikolinu og Eyðbjørn er mentur nógv seinastu árini. Hann hevur fingið eitt slag av easy listening jazz feel, og tað klæðir løgunum, ið tykjast flutt fram til nútíðina. Hetta eru sangperlur, og føroysk fólkasál í meturmáli, ið vendir sær til ung sum gomul.
Eisini fríggjakvøldið bjóðar Glitnir góðan tónleik, tá Arnold Ludvig og Uni R. Debess fara at spæla. Teir eru tveir triðingar av Go Go Blues, og teljast millum kremið innan føroyskan tónleik.










