Tvey arbeiðsóhapp í gjár

Tveir mans fingu smærri skaðar á Bakkafrost á Glyvrum og í Havn

Løgreglan fekk fráboðan um tvey arbeiðsóhapp í gjár

 

Á Bakkafrost á Glyvrum hevði ein maður fingið ein platt niður á fótin. Maðurin bleiv ikki stórvegis skaddur, men bleiv kortini førdur á sjúkrahúsið til kanningar.

 

Í Havn var ein lærlingur fari upp í ein stiga, sum síðani gleið eftir liðini niður eftir einum húsaveggi. Talan var um eitt fall upp á tríggjar metrar. Heldur ikki ungi lærlingurin bleiv illa skaddur av hendingini, men mátti eisini til kanningar.

 

Arbeiðseftirlitið kannar báðar hendingarnar.

- Tað er ikki eitt krav, at nakar skal blíva illa skaddur fyri at Arbeiðseftirlitið skal kanna eitt arbeiðsóhapp, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.