Tvey arbeiði við kirkjuna

Kollafjørður: Nú er av álvara komin gongd á arbeiðið at betra um umstøðurnar hjá teimum ið ganga í Kollafjarðar kirkju.

Ein trupulleiki hevur verið inngongdin í kirkjuna - ella forkirkjan, har ein ikki fekk tær størru kisturnar inn í kirkjuna og út aftur. Men hetta verður nú bøtt um.

Í hesum sambandi skal ein onnur inngongd gerast í vestaru síðu, har ein samstundis ger tað lættari hjá rørslutarnaðum at sleppa til gudstænastu ella aðrar tænastur.

Í øðrum lagi verður ein bygningur gjørdur í vestara horni, har ein skal hava eitt toilett. Hesin verður gjørdur meinlíkur kirkjuni, við teirri eyðkendu flagtekjuni. 

Ætlanin er, at bæði arbeiðini skulu verða liðug, tá kirkjan verður 175 ár 1. sunnudag í advent 2012 - helst fyrri.