Í dag eru liðin tvey ár síðani óndsinnaðu terrorálopini hjá Anders Behring Breivik í Noreg, sum kostaðu 77 fólkum lívið.
Tað var klokkan 15:25, at Anders Behring Breivik, ílatin sum løgreglumaður, sprongdi eina 950 kg tunga kunstgjødningsbumbu, sum varð goymd í einum leigaðum bili, uttan fyri Høyblokka, sum er skrivstovubygningurin, sum húsir forsætisráðharranum og fólkum hansara. Forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg úr Arbeiðaraflokkinum, var ikki í bygninginum, tá spreinginin var.
Frá Høyblokka koyrdi Anders Behring Breivik í einum øðrum leiðagum bili til Utøya, har hann skjeyt frá hond eftir ungum luttakarum á summarleguni hjá ungmannafelagnum hjá norska Arbeiðaraflokkinum, AUF.
Tilsamans drap Anders Behring Breivik 77 fólk. Sambært honum vóru drápini »neyðug«, tí muslimarnir føra eitt »demografiskt krígg« ímóti kristnum, og Arbeiðaraflokkurin stuðlar teimum.









