Tvey ár í fongsul fyri kynsligan ágang ímóti børnum

Føroya Rættur hevur dømt ein mann fyri at gera seg inn á dóttur sína, og eitt annað barn í familjuni

Ein maður er dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á tvey børn.

Maðurin hevur góðtikið dómin og tað hevur ákæruvaldið eisini, og sostatt er hann endaligur, sigur Stefan Møller Jørgensen hjá ákæruvaldinum.

 

Hann er dømdur fyri at hava havt annað kynsligt samband enn samlegu við tvær smágentur í familjuni, har onnur var dóttir hansara.

 

Maðurin er skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á tær báðar genturnar tilsamans fimm ferðir, frá tí at tær vóru ávíkavist níggju og 11 ára gamlar, og so nøkur ár fram, sigur ákærarin.

Tey flestu misbrotini fóru fram til genturnar vóru 14 og 15 ára gamlar.

 

Øll frágreiðingin hjá báðum offrunum var fyri afturlatnum hurðum í rættinum, so eingi óviðkomandi vóru inn tá ið tær vitnaðu og tað er heldur ikki loyvt at endurgeva nakað úr teirra frágreiðing.

 

Hetta eru nøkur ár og tær flestu tilburðirnir fóru fram, áðrenn revsingin fyri siðamisbrot av hesum slagi vórðu herdar fyri nøkrum árum síðani.

 

Hevði maðurin verið dømdur eftir nýggju, herdu reglunum, hevði revsingin verið minst tvær ferðir so hørð.