Tvey almenn útboð útsett

Freistirnar at lata tilboðini inn at gera undirsjóvartunlarnar og H-bygningin á Landssjúkrahúsinum eru longdar

Nú nærkast tíðin, tá tað kemur fram, hvat tað fer at kosta at byggja nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum og undirsjóvartunlarnar um Tangafjørð og Skopunarfjørð. Tey tilboðini skulu latast upp 12. septembur, men tað er útsett tvær vikur.

 

Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum sigur, at hetta er gjørt eftir áheitan frá teimum, sum umhugsa at lata tilboð inn.

 

Eisini viðvíkjandi H-bygninginum er freistin útsett. Tilboðini skuldu havt verið latin upp í gjár, men tað er útsett til 5. septembur.