Tvey aliloyvir afturat til Suðuroyar

Suðuroyggin ikki fingið nokk burturúr góðu tíðunum

Í sínari røðu undir viðgerðini av fíggjarlógini, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at Suðuroygggin ikki hevur fingið nóg mikið burtur úr góðu tíðunum.

 

Hann segði, at í Suðuroynni eru fýra aliloyvir, men bert tvey teirra eru aktiv í løtuni.

 

 - Men tey bæði, sum ikki eru aktiv, fara at vera virkin aftur. Tað arbeiðir landsstýrismaðurin við vinnumálum við í løtuni, segði løgmaður.

 

Jákup Mikkelsen vildi hava at vita um løgmaður hevur tikið málsøkið frá landsstýrismanninum við vinnumálum, men hesum avvísti løgmaður. Jákup Mikkelsen vildi eisini vita hvussu aliloyvini verða latin út.

Løgmaður svaraði ikki beinleiðis, men vísti á, at landsstýrismaðurin hevur nakrar reglur at halda seg til og tað eru tær, sum verða kannaðar nú.

 

- Men ongin ivi skal vera um, at øll fýra aliloyvini í Suðuroy eiga at vera virkin, segði Aksel V. Johannesen.