Tað eru 48 ár ímillum tann elsta og tann yngsta. Men tá ið tað snýr seg um tónleik, hevur aldursmunurin ongan týdning.
Nú hava teir funnið saman í ein bólk, og rættiliga beinrakið kalla teir seg Two Generations, ella tvey ættarlið, og í annaðkvøld fara teir at spæla til sólarmyrkingardans í Klubbanum í Havn.
Teir eldru eru allir garvaðir og vælkendur í føroyska tónleikalívinum.
Aldursforsetin, 70 ára gamli Niels Olsen, sum annars er best kendur frá legendarisk bólkinum, Vestmonnum. Men honum dámar eisini væl at spæla saman við teimum yngri og í Two Generation spælir hann harmoniku og orgul.
Hinir báðir veteranarnir eru Hans Edvard Hansen, sum syngur og spælir gittar og Ove Mortensen sum spælir bass. Báðir hava teir ferðast landið runt í meiri enn ein mansaldur og spælt til við kenda dansibólkinum, X-Rays.
Teir yngru í bólkinum hava allir verið við í bólkinum Oniontree, nevniliga Sigmund Jørgensen, sum syngur og spælir gittar og 22 ára gamli Fríði av Vollanum, sum spælir trummur.
Saman spæla teir nýggjan og góðan gamlan dansitónleik eftir bólkum og einstaklingum sum Journey, Fleetwood Mac, Rainbow, John Fogerty, Status Quo, Deep Purple, Everly Brothers, The Equals, Beach Boys, umframt írsk løg og onkran vals.
Frá vinstru á myndini eru tað aldursforsetin, Niels Olsen úr Vestmonnum, Hans Edvard Hansen úr X Rays og Sigmund Jørgensen úr Oniontree.










