Tvey 17 ára gomul og ein 47 ára gamal doyðu í Field's

Umframt tey trý dripnu fólkini eru tveir danskir ríkisborgarar og tveir svenskir ríkisborgarar, har støðan er álvarslig.

 

Uttan fyri Field's í morgun Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tey trý fólkini, sum í gjár vóru dripin av skotum í handilshúsinum Field's í Keypmannahavn, eru tvey ung og ein vaksin.

Talan er um eina 17 ára gamla gentu og ein 17 ára gamlan drong og ein 47 ára gamlan mann, sum er russiskur ríkisborgari, men sum býr í Danmark.

Tað upplýsti Søren Thomassen, politiinspektørur hjá løgregluni í Keypmannahavn á tíðindafundi í morgun.

Harumfamt eru fýra onnur rakt av skotum.

Talan er um tveir danskar ríkisborgarar, ávikavist ein 40 ára gomul kvinna og ein 19 ára gomul kvinna, og tveir svenskir ríkisborgarar, ein 50 ára gamal maður og ein 16 ára gomul genta.

Hjá øllum fýra er støðan álvarslig men stabil, upplýsir politiinspektørurin.

Harumframt hava fleiri fólk fingið lættari skaða.

/ritzau/

 

Uttan fyri Field's í morgun Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix