Til próvtøkuna gjørdi hann seruppgávu um akustikk í konsersalum, og høvuðsuppgávan var at seta eina hædd oman á ein íbúðarbygning. Fyri hesar báðar uppgávurnar fekk Torfinn tvey 13-tøl, sum ikki er heilt vanligt.
Torfinn er 33 ára gamal og útbúgvin snikkari, hann er sonur Jonnu, f. Højgaard úr Rituvík, og Jim Nón í Fuglafirði.
Á sumri 2000 tók Torfinn prógv sum byggiteknikari á Byggeteknisk Højskole í Horsens.
Síðan arbeiddi hann sum timburmaður í Føroyum, til hann byrjaði aftur á skúlanum í Haslev januar 2003.










