hondbóltsprát
Tað var ein skakandi hending fyri flest øll í høllini, tá Marian Cirloganescu brádliga small í gólvið mikukvøldið. Við stórari pínu varð málverjin borin av vøllinum, og einki er at ivast í, at flestu StÍF leikararnir eina løtu mistu sambandið við ígongdverandi dystin, og heldur hugsaðu um støðuna hjá málverjanum.
Dysturin helt tó fram, og hjá Rasmus Magnussyni vóru stundirnar at hugsa um liðfelagan og lærumeistaran ikki serliga góðar. Hann varð tveittur beint fyri leyvurnar í egnari holu, og saman við liðfeløgunum megnaði hann eisini at stríða seg fram til ein sigur.
Beint eftir dystin fingu vit orðið á málverjan, og hann ásannaði alt fyri eitt, at hetta var ein sera trupul støða at koma inn í.
- Sjálvandi er tað altíð hugaligt at fáa spælitíð, men tá tað skal vera undir slíkum umstøðum, so verður gleðin nakað væl minni. Og havandi støðuna hjá Marian í huga, so var tað fyrstu løtuna serstakliga trupult at savna tankarnar um dystin, helt hann fyri.
Men sum úrslitið sigur, so gekk tað kortini, og tað kann eisini leggjast afturat, at parturin hjá Rasmusi so avgjørt ikki lá eftir í so máta. Fleiri ferðir togaði hann avgerandi bjargingar fram, og hann nikkaði bara játtandi, tá vit spurdu, hvørt tað ikki stóð nógv á hesar 40 minuttirnar.
- Jú. Har leikarði sera hart á, og spenningurin helt sær allan dystin á tamb. Men vit hava ofta staðið okkum framúr væl í steypakappingini, og málið hesa ferð er so avgjørt eisini at koma í finaluna ? og vinna hana. Men at tað verður trupult, ivist eg ikki í. Fyrst og fremst er sjálvandi returdysturin móti VÍF, og um so er, at vit klára tað, so bíðar Kyndil helst í finaluni, segði málverjin at enda, tó at smíli vaks nakað, tá vit kundu siga honum frá, hvussu støðan hevði verið í Høllini á Hálsi.
Men sum málverjin sjálvur sigur, so má mótstøðuliðið í finaluni bíðað, líkamikið, hvønn talan er um. Fyrst og fremst ræður um at verja tepru leiðsluna, sum StÍF vann sær mikukvøldið, og skal hetta eydnast, so er tað sannlíkt, at Rasmus Magnusson enn einaferð fær ein stóran leiklut í hesum.










