Tveittur av landsliðnum

Karim Benzema er tveittur av franska landsliðnum fyri sín leiklut í gøluni um sexfilmin hjá Mathieu Valbuena. Hann er, saman við øðrum, undir illgruna fyri at spæla ein leiklut í royna at kroysta pening úr Mathieu Valbuena, ið eisini spælir á franska landsliðnum, við at almannakunngera eina sexupptøku av honum og unnustuni.

 

Forsetin í franska fótbóltssambandinum, Noel le Grat, sigur, at útihýsingin eisini umfatar EM á heimavølli næsta ár, um málið ikki er avgreitt til ta tíð.

 

Franska løgreglan hevur illgruna til, at Karim Benzema hevur hjálpt brotsmonnunum við at heita á Mathieu Valbuena um at geva teimum tær 130.000 krónurnar, teir kravdu av honum. Revsiramman fyri skuldsetingarnar móti Karim Benzema er fongsul í fimm ár.

 

Sjálvur sigur Karim Benzema, at hann einans royndi at hjálpa.