NSÍ liðformaðurin, Óli Hansen, var ógvuliga vónsvikin, eftir at dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og støðan eftir lítlari løtu var broytt frá 2-0 NSÍ leiðslu og til 2-2.
-Eg kenni tað soleiðis, at vit hava tveitt tvey stig burtur. Vit høvdu dystin í okkara hulu hond og kundu havt skorað uppaftur fleiri mál, so hetta var stórt vónbrot, staðfesti Óli Hansen.
Í 1. hálvleiki var Óli Hansen fremsti álopsspælari, men tað var ikki nakað, sum hann kendi seg serliga væl við.
-Áður havi eg verið álopsspælari. Seinastu fimm árini havi eg verið verjuspælari, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at tað er í tí leiklutinum, at eg nú trívist best, staðfesti Óli Hansen.