Fyrr í dag lupu tveir veðurlagsaktivistar á heimskenda málningin Mona Lisa hjá Leonardo Da Vinci. Málningurin hongur í Louvre savninum í París.
AFP skrivar, at aktivistarnar kravdu "sunnan og burðardyggan mat" í atgerðini.
Mona Lisa er helst kendasta og virðismesta listaverkið í heiminum, og tað hongur í einum sýnisskápi, sum bæði er skottrygt og vatntrygt. Skápið verjir eisini verkið ímóti sveiggjum í hita og luftvætu.
Málningurin fekk onga skaða í atgerðini í dag, men aktivistarnir fingu gjørt vart við seg og boðskapin um burðardyggan mat.
Mona Lisa hevur hingið handan glas síðani 1956, tá ið ein maður kastaði ein stein eftir málninginum. Í 2009 tveitti ein kvinna ein tóman tekopp eftir málninginum, og í 2022 smurdi ein maður kaku á glasið.
Aktivistar hava áður tveitt suppu eftir listaverkum. Í oktober í 2022 kastaðu tveir aktivstar tomatsuppu eftir verkinum Sólblómur hjá Vincent Van Gogh, ið hongur á National Gallery í London. Eisini hetta verkið var vart av glasi.
##med2##