Tveittu sigurin burtur

H71-StÍF 28-27 (13-16):

H71 vann ein tepran sigur á StÍF, og styrkti har við um støðu sína á stigatalvuni, men strandingar munnu framvegis iðra seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at binda fyri, tá teir tóktust hava alt í sekkinum. Hoyvíkingar eiga tó rós uppiborið fyri stríðsviljan, sum gav teimum stigini

 

Hondbóltur - menn


Leingi var tað sera lítið, sum bendi á, at tað skuldu gerast hoyvíkingar, sum fóru av stað við sigrinum, tá teir leygardagin dystaðust móti StÍF í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Stigatalvan segði undan dystinum, at talan var um tvey sera jøvn lið, og tó at munurin ígjøgnum dystin ikki var tann stóri, so tóktust gestirnir tó at hava takið megin partin av tíðini.


StÍF sá betri út

Eftir eina heldur varliga byrjan, har liðini bæði lika sum meddaðu seg inn á hvørt annað, settu strandingar ferð á. Fleiri ferðir spældu teir seg væl ígjøgnum verjuna hjá heimaliðnum, og ikki minst er tað ein stórur styrkur hjá liðnum, at trupulleikin við strikuspælinum nú tykist at vera loystur. Hetta hevur annars verið ein trupulleiki, eftir at Sveinbjørn Danielsen gavst við hondbóltinum, men sum Bent Djurhuus hevur spælt teir báðar seinastu dystirnar, so er StÍF við at finna vanligu styrkina aftur á hesum øki. Bent hevur annars stríðst við Jón Rasmussen um plássið hetta kappingarárið, men leygardagin slapp hesin so at siga als ikki upp í part í spælinum.

Góða strikuspælið viðførdi so aftur, at hoyvíkingar ikki tordu at satsa ov nógv frameftir í verjuni, og hetta gav leikandi StÍF-venjaranum, Costin Dumitrescu, góðar umstøður at vísa skotstyrki sína, og so gjørdist tað sera trupult hesa løtuna hjá hoyvíkingunum.

Ikki tí, hoyvíkingar hava so sanniliga eisini góðar skjúttar á sínum liði, men serstakliga í fyrra hálvleiki var merkisvert, hvussu lítið teir fingu burtur úr hesum. Við tveimum somikið skotsterkum leikarum sum Bjarna Wardum og Halgir Dahl-Olesen, eigur liðið at kunna leggja trýst á mótstøðuverjuna, so betri pláss verður hjá øðrum leikarum, men hetta hendi so at siga ikki fyrsta hálva tíman. Nakrar einstakar ferðir varð rúm skapt fyri Kristjani Petursson, men annars komu flestu málini hjá hoyvíkingum í fyrra hálvleiki eftir einmansavrik.


Tóku av møguleikanum

Hóast munurin bert var trý mál í hálvleikinum, so hevði tú tá varhugan av, at strandingar helst fóru at koyra sigurin heim. Tað vóru teir, sum høvdu sýnt betra spælið á vøllinum, og teir tóktust eisini hava størra yvirskotið til at seta ferðian upp, um hetta skuldi gjørst neyðugt.

Hoyvíkingar royndu tó frá byrjan av seinna hálvleiki at seta meira trýst á StÍF. Eina løtu sá hetta eisini út til at eydnast, og hoyvíkingar vunnu seg eisini upp á javnt, men so vendi aftur.

Strandingar fingu fatur á skjúttunum hjá H71. Fingu órógvað álopsspælið, og brádliga fór alt aftur at líkjast einum útisigri. Úr støðuni, 20-20, vunnu teir seg upp á 25-21, og alt sá at kalla púra vónleyst út hjá heimaliðnum, tá teir brádliga fingu ein heldur óvæntaðan møguleika. Fyrst varð Bent útvístur, og tá so dómararnir nakað seinni mettu at nýtti dekan ov nógva tíð um at lata bóltin frá sær eftir álopsfeil, fekk hann tveir minuttir á beinkinum.

Yvirtalið nýttu hovyíkingar til at vinna seg upp á 24-25, og tó at teir misnýttu brotskast, tá teir høvdu at javna, so gav hetta teimum trúnna aftur.

Teir stríddust sum úlvur á skóg í bæði verju og álopi, og ikki ein gongd útvísingin av Johnny Djurhuus gjørdi mun í so máta. Hinvegin tóktist tað avgerandi fyri strandingar, at Leivur Justinussen fekk eina óneyðuga útvísing í næst seinasta álopinum hjá hoyvíkingum. Vertirnir gjørdu sær eisini dælt av hesum, og við tveimum málum frá Halgiri vendu teir alt á høvdinum í seinasta minuttinum. Til stuttleikar kann nevnast, at tá Halgir skeyt seinasta málið í dystinum, var tað fyrstu ferð í 55 minuttir, at H71 var á odda í dystinum.


Sálarligi týdningurin

Fyri strandingar mundi tapið kennast sera tungt at bera. Teir høvdu allar møguleikar at avgera dystin, men hinvegin er hetta aftur eitt dømi um, at liðið ikki er nóg støðugt í avrikunum. Skulu heiðursmerki vinnast, so hjálpir tað lítið at vinna sær stig móti oddinum, fyri síðani at tveita tað burtur móti hinum liðunum í deildini.

Møguleikarnir eru so avgjørt til staðar til at skapa nakað stórt við liðnum, og kanska kunnu teir enn eina ferð gera um seg í steypakappingini, men í landskappingi verða teir helst enn eina ferð ov stuttir.

Hjá hoyvíkingum var sigurin fyrst og fremst ein staðfesting av, at tað loysir seg at stríðast til seinasta minutt, og ikki minst man hetta vera týdningarmikið sálarliga. Ístaðin fyri at tapa dystirnar í evstu løtu - sum teir so ofta hava roynt - so hava teir nú tvær ferðir á rað avgjørt í seinastu minuttunum, soleiðis at leikararnir nú kenna, at teir kunnu koppa marginalunum til egnan fyrimun.

Sum nevnt áður, so er tað merkisvert, at H71 ikki fær størri nyttu burtur úr stóru skjúttunum, á tann hátt, at pláss verður skapt fyri hinum leikarunum á liðnum. Tað sigur eitt sindur um spæl teirra, at av teimum 15 málunum í seinna hálvleiki stóðu Bjarni og Hallgir fyri teimum 11, og hetta er nakað, sum eigur at betrast, um liðið skal røkka hægri. Tað kann í øllum førum ikki roknast við, at teir hvørja ferð skulu raka eins væl, sum teir gjørdu seinasta korterið leygardagin, og tá má og skal liðið hava aðrar streingir at spæla uppá, um VÍF og Neistin skulu hóttast. Hinvegin er tað sjálvsagt ein styrkur, at liðið hevur leikarar, sum á slíkan hátt kunnu taka málið í egnar hendur, men í longdini er hetta neyvan nóg mikið.


Dysturin í tølum

H71-StÍF 28-27 (13-16)

Málskjúttar:

H71: Halgir Dahl-Olesen 9(2), Bjarni Wardum 8, Kristjan Petursson 4, Finnur Hansson 3, Peter Rosbach 2, Anfinn N. Debess, Johnny Durhuus 1

StÍF: Costin Dumitrescu 9(3), André F. Danielsen 5, Marius Joensen 4, Bent Djurhuus 3, Artur Johansen 3, Alexandur Johansen 1, Anfinnur Joensen 1, Leivur Justinussen 1

Brotskøst: H71 5, StÍF 3

Útvísingar: H71 2, StÍF 5

Dómarar úr Neistanum/Kyndli: Kristian Johansen & Hannis Wardum. Høvdu tak á tí mesta, men kundu í einstøkum førum verið meira konsekventir.