Talið á teimum, sum royna at sleppa úr Afrika til Evropa at fáa sær eina betri tilveru, veksur í hvørjum og er vaksið serliga nógv í summar. Men að merkir eisini, at talið á teimum, sum ongantíð koma vegin fram, men doyggja á leiðini, veksur og hevur ongantíð verið so stórt sum nú. Ein orsøk er, at tey suðurevropeisku londini hava hert eftirlitið við teimum ólógligu flóttafólkunum, og tað hevur fingið mannasmuglararnar at vella meiri vandafullar farleiðir.
Fyri fjúrtan døgum síðani kom spanska sjóverjan fram á ein bát, sum rak fyri vág og vind úti fyri Almeria á sponsku sólstrondini. Í bátinum vóru 33 útlúgvað fólk, sum vóru farin úr Marokko eina viku frammanundan. Men tey høvdu verið fleiri enn 33, tí tað vísti seg, at 15 fólk vóru deyð. Níggju teirra vóru børn yngri enn fýra ár, og í teirri brennandi sólini vistu foreldrini sær eingi onnur ráð enn at tveita líkini fyri borð, skriva sponsk bløð. Av teimum, sum vóru á lívi, tá spanska sjóverjan kom fram á bátin, máttu fleiri flytast á sjúkrahús.
Rørandi myndir
-Hetta er tað ringasta, sum eg nakrantíð havi sæð, segði leiðarin hjá Reyða Krossi í Almeria, Francisco Vicente, við sponsku fjølmiðlarnar, og spanski forsætisráðharrin, José Luis Zapatero, segði, at myndirnar av flóttafólkunum áttu at fest seg í sinnið hjá øllum, sum síggja tær.
Sponsku bløðini skriva eisini um eina nigerianska kvinnu, sum hevði mist tvey børn á ferðini við báti til Evropa. Av teimum børnunum, sum vóru í bátinum, var bara eitt eftir á lívi. Tað var ein ársgamal drongur. Hann var illa á holdum komin eftir ta strævnu ferðina, men kom fyri eftir at hava fingið hjálp á sjúkrahúsinum.
Sponsku myndugleikarnir siga, at mannasmuglararnir leggja slt meiri fyri, nú londini í Suðurevropa hava hert eftirlitið við flóttafólkum. Myndugleikarnir siga, at í meðal rinda fólk einar 8.000 krónur fyri at sleppa við einum báti, sum skal til Evropa.










