Mitt í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at onkur hevði til fragd at tveita øldósir eftir bilum upp á Løgmannabreyt í Hoyvík. Tvær ferðir, ringdi fólk inn á støðina at klaga um hetta, einaferð beint áðrenn klokkan tvey og aftur klokkan hálvgum trý.
Aðru ferðina fekk bilurin eina skøvu av øldósunum, meðan hina ferðina rakti eina dósin á vindeyga á bilinum.
Vakthavandi sigur, at slíkt kann vera sera vandamikið, tí tað kann kløkka bilføraran. Løgreglan var á staðnum, men funnu ongan gerningsmann.
Annars hevur nógv fólk verið í býnum í nátt, men løgreglan hevur eisini verið mannsterk til staðar og hevur tí megnað at steðga tí mesta av ófriði, sum hevur verið, áðrenn talan er vorðin um harðskap.
- Vit nýta so tíðina til at vitja vertshús og kannað, um øll viðurskiftini eru í lagi og annars vera sjónligir í náttarlívinum, serliga tá skeinkistøðini lata aftur. Vit halda, at hetta er við til at minka um talið á harðskapsmálum í býnum, sigur vakthavandi.