26. februar komandi ár skal aðalfundurin hjá FIFA velja ein nýggjan FIFA-forseta, tá Sepp Blatter loksins leggur frá sær.
Sum liður í fyrireikingunum til hendan aðalfundin hevði FIFA ein eyka stýrisfund í Zürich í Sveis í dag.
Tá sitandi FIFA-forsetin, Sepp Blatter skuldi halda tíðindafund, aftaná stýrisfundin kom ein fremmandur maður upp á pallin. Hann helt eina stutta talu, og gjørdi ikki mætari (sum tað sæst á myndini) enn at tveita pengar eftir Sepp Blatter. Sepp Blatter fekk ein minni skelk, og rópti eftir vaktarfólkunum at fáa fremmanda mannin beindan út úr fundarhølunum.
Tað var fyrst í juni, at Sepp Blatter kunngjørdi, at hann fór at leggja frá sær, sum FIFA-forseti. Hetta varð bert eina viku aftaná ein meiriluti av FIFA-limalondunum høvdu endurvalt hann, sum FIFA-forseta.











