Tað gekk sera væl hjá Arbeiðaraflokkkinum á kommunuvalinum í Bretlandi í dag. Tá 100 av teimum 184 býráðunum vóru mannað, hevði Arbeiðaraflokkurin vunnið 475 býráðssessir afturat teimum, sum hann hevði, samstundis sum konservativi flokkurin hevði mist 133.
Men tað vóru ikki øll, sum vóru so fegin um Arbeiðaraflokkin. Tá floksformaðurin, Ed Miliband, var mitt í einari sjónvarpssamrøðu í býnum Southampton, tveitti ein maður eitt rátt egg eftir honum og rakti hann í økslina. Ed Miliband lat seg tó ikki taka av fótum.
-Hatta var vist ikki ein av mínum stuðlum, segði hann.









