London borgarstjórin, Boris Johnson, hevnir seg nú inn á FIFA leiðsluna. Teir vóru bodnir við til OL í Llondon í 2012 og skuldu búgva á fimm stjørnaða hotellinum Dorchester, men nú hevur Boris Johnson tikið innbjóðingina aftur.
Alment er tað Locog, fyrireikingarnevndin, sum stendur fyri innbjóðingini, men eftir at Boris Johnson hevur tosað við Sebastian Coe, lord, ið er leiðari fyri fyrireikigarnevndini, er innbjóðingin um ókeypis uppihald tikin aftur.
Tað merkir, at FIFA leiðslan sjálv má útvega sær uppihald undir OL 2012 í London.