Tveita mat burtur fyri nógvar milliónir

Umrokna vit donsku hagtølini til føroysk viðurskifti, tveita vit mat fyri 132,5 mió. krónur burtur um árið. Tað er nógv verri enn so í Føroyum, og tað er ræðuligt at hugsa um, heldur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum

Tað er ein andsøgn ímillum, at menniskju í hópatali í heiminum doyggja í hungri, og at matur fyri milliardir verður tveittur burtur av teimum, sum hava ov nógv.
Hagtalsmetingin í Danmark sigur, at har verður tveittur matur fyri 16 milliardir krónur burtur. Hetta er fyri matstovur, matvøruhandlar og húshald.
Brúka vit tey tølini og rokna tey um eftir fólkatalinum, tveita føroyingar mat fyri 132,5 mió. krónur burtur.
Men tølini í Føroyum eru væl hægri enn so, halda bæði Niels Mortensen, stjóri í Miklagarði og Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum.
Ongum dámar at skula tveita mat burtur, og handlarnir gera sítt besta við at minka um burturkastið av mati.
Heini Tausen, leiðari í Inn-handlinum við Sundavegnum sigur, at allir Inn-handlarnir hava somu føstu mannagongdir.
Teir fylgja væl við, nær seinasti søludagur nærkast, og nakað áðrenn verður prísurin settur niður.

Tilboð hjálpa
Vandi er altíð fyri, at frukt og grønmeti spillist, og handlarnir plaga at lækka prísirnar á hesum vørum, áðrenn tær eru farnar at eldast.
- Ein vansi fyri handlarnar kann vera, at fólk heldur keypa niðursettar vørur enn aðrar vørur, men haldararnir vilja heldur hava nakrar krónur fyri vøruna enn at koyra hana burtur, og tað kostar eisini at koyra burturkast á brennistøðina, sigur Heini Tausen.
Hann heldur, at viðskiftafólkini eru fegin um hesi tilboð. Tey eru ikki bara fegin um at kunna keypa bíliga vøru, men teimum dámar eisini at nakað verður gjørt fyri ikki at tveita so stórar nøgdir av mati burtur. Hugburðurin millum fólk er, at matur eigur ikki at fara burtur.
Miklagarður hevur eisini sínar mannagongdir og ger ymisk átøk fyri at minka um burturkastið.
Niels Mortensen, stjóri í Miklagarði ivast ikki í, at føroyingar tveita væl meira burtur enn danir, tí frkt og grønmeti kemur bara tvær ferðir um vikuna til Føroya. Handlarnir í Danmark fáa vøru hvønn.
- Vøran fer úr Danmark fríggjadag og er ikki í Føroyum fyrr enn mánadag, og vøran kann tí ikki halda sær líka leingi her sum í grannalondunum, sigur Niels Mortensen.
Nógv frukt verður ikki í sama mun sum áður sprænd og viðgjørd móti spilli, og tað styttir eisini um haldbari.

Matstovurnar synda mest
Tveita matvøruhandlarnir nógvan mat burtur, er støðan nógv verri hjá matstovunum.
Johannes Jensen heldur eins og Niels Mortensen, at her fer væl meira matur burtur enn í Danmark.
- Eg eri ikki bilsin, um upphæddin táttar í 200 mió. krónum, sigur hann.
Johannes Jensen er alt annað enn fegin um, at so nógvur matur fer fyri einki, men tað er ilt at gera við.
- Tá ið vit hava eina buffét, skal borðið verða fult, men vit vita ikki frammanundan, hvussu nógv verður etið. Alt, sum ikki verur brúkt fer burtur, tí tað kann ikki fara aftur á borðið, sigur Johannes Jensen.
Hann heldur tað vera ræðuligt at hugsa um, og ikki minst tá ið hugsað verður um, at sum Í menniskjum góður tokki visti á, at nógvar familjur í Føroyum at kalla einki hava at liva av.