Tveita framvegis bumbur eftir bin Laden

Sjey ár eftir atsóknirnar at World Trade Center og Pentagon tveitir USA framvegis bumbur eftir Osama bin Laden

Vantandi hjálp frá pakistanska herinum hevur fingið amerikonsku herleiðsluna at lata ómannað flogfør bumba mál á marknaleiðini millum Pakistan og Afghanistan, har hildið verður, at leiðslan í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda heldur til. Pakistanskir embætismenn siga við Washington Post, at higartil í ár hava ómannað flogfør framt minst ellivu bumbuálop á mál í Pakistan,. Í fjør brúktu vóru bara fýra slík álop, siga teir.

Tað hevur víst seg, at álopini hjá teimum ómannaðu flogførunum hava kostað nógvum sivilum pakistanum lívið, og tað hevur gjørt, at nógvir pakistanar eru í øðini inn á USA og vilja hava myndugleikarnar at mótmæla. Sambært Washington Post eru tað eisini amerikanskir embætismenn, sum ivast í, at tey ógvusligu bumbuálopini er tann rætti vegurin, tí tey krevja ósek mannalív.

 

bin Laden

Amerikanskir diplomatar viðganga, at tey ómannaðu flogførini verða brúkt meiri nú enn fyrr. Teir siga, at álopini eru beinleiðis vend ímóti teimum, sum standa á odda fyri virkseminum hjá al-Qaeda. Hinvegin ásanna teir, at USA veit ikki, um sjálvur leiðarin, Osama bin Laden, fjalir seg har, ella um hann yvirhøvur er á lívi.

Hóast drúgvar kanningar kunnu hvørki amerikanarar ella pakistanar siga, um tað eydnaðist at beina fyri bin Laden í teimum ógvusligu bumbuálopunum í Tora Bora-fjøllunum í Afghanistan. Pakistonsku embætismenninir viðganga fyri Washington Post, at bæði teir pakistonsku og teir amerikonsku myndugleikarnir hava ilt við at fáa upplýsingar um bin Laden ella aðrar leiðarar í al-Qaeda.

Pakistonsku embætismenninir siga, at er bin Laden á lívi, ger USA honum eina tænastu við teimum ógvusligu bumbuálopunum, tí tey fáa fólkið í fjøllunum við markið at fylkjast ímóti USA og at hjálpa al-Qaeda og bin Laden - um hann er á lívi.