Amerikanska løgreglan hevur tikið tveir amerikanskar ríkisborgarar á John F. Kennedy-flogvøllinum og skuldsett fyri at hava havt ætlanir um yvirgang ímóti sínum lansamonnum. Tað sigur løgmálaráðið í Washington.
Sagt verður, at menninir eru 20 og 26 ára gamlir, og at teir eru úr statinum New Jersey.
Ein talsmaður fyri løgmálaráðið sigur, at myndugleikarnir hava hildið eygað við teimum báðum monnunum eina tíð. Hann sigur, at tað var samveldisløgreglan FBI, sum vildi hava menninar tiknar.