Tveir verjuspælarar fara ikki við til Kekkia

Landsliðsvenjarin sigur, at í hvussu so er ein nýggjur spælari fer at fáa landsliðsboð

Eftir 2-0 tapið ímóti Póllandi í kvøld, er tað greitt, at í hvussu so er ein spælari, sum ikki var á listanum í kvøld, fer at fáa boð um at vera við í ferðalagnum til Plzen, har føroyska landsliðið sunnudagin fer at spæla EM undankappingardyst ímóti Kekkia.

 

Orsøkin er tann, at tveir spælarar, sum í kvøld vóru millum teir fyrstu ellivu ímóti Póllandi, ikki vera við í ferðalagnum til Kekkia.

 

Annar er Hørður Askham, sum í kvøld sá beinleiðis reytt kort beinanvegin eftir steðgin og tí er leikbannaður.

 

Hin er Gunnar Vatnhamar, sum hevur verið fastur maður, síðan Håkan Ericson tók við sum landsliðsvenjari.

 

Í kvøld var Gunnar Vatnhamar fyri 34. ferð á landsliðnum.

 

Landsliðsvenjarin Håkan Ericson upplýsir í kvøld í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig í FM1, at Gunnar Vatnhamar, sum fyri stuttum var við til at vinna íslendska meistaraheitið saman við liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík, ikki verður við í ferðini til Kekkia.

 

Fyri stuttum varð Gunnar Vatnhamar pápi, og í sambandi við úttøkuna til landsdystirnar ímóti Póllandi og Kekkia varð avrátt, at Gunnar bara skuldi vera við í fyrra dystinum.

 

Landsliðsvenjarin upplýsir eisini í kvøld, at tað enn ikki er avgjørt, um ein ella tveir spælarar fara at fáa landsliðsboð.