Tveir útlendingar settir á KÍ beinkin

07 Vestur er í somu útgávu, sum tá ið tað á heimavølli endaði javnt ímóti B68

Klokkan 17 fer Kári J. á Høvdanum at bríksla fyri fyrstu ferð á Dungasandi í Sørvági. 07 Vestur hevur vitjan av KÍ, sum hevur fulla úrtøku eftir tveir heimasigrar ímóti TB og EB/Streymi. 07 Vestur vann í fyrsta umfari 1-0 ímóti ÍF, og so endaði tað 1-1 ímóti B68. Báðir dystirnir vóru á Dungasandi.

 

Sammett við manningina, sum vann 1-0 ímóti EB/Streymi, og sum ikki avrikaði so væl, sum klaksvíkingar oftast hava gjørt nógvu tey seinnu árini, so eru tvær broytingar á KÍ liðnum í dag. Nýggir millum teir fyrstu ellivu eru veteranarnir og landsliðsspælararnir Odmar Færø og Páll A. Klettskarð. Teir avloysa Vegard Forren og Sivert Gussiås, sum báðir sita á beinkinum.

 

07 Vestur venjarin Michael Schjønberg hevur givið øllum ellivu, sum vóru við frá byrjan ímóti B68, nýggjan møguleika frá dystarbyrjan.

 

07 Vestur – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00.