Tveir upp á tíggju

Tá føroysku landsliðsspælararnir fara á vøllin mikudagin, verður talan mest sannlíkt um tveir rundar dagar. Undan dystinum í annað kvøld hava Jónas Tór Næs og Egil á Bø spælt níggju dystir hvør, og tí koma teir upp á tveysiffrað landsdystartal, um teir verða at síggja á vøllinum. Tað sama hevði Bogi Løkin gjørt, um hann fekk verið við, men leikbannað merkir, at hann mest sannlíkt má bíða við hesum til dystin í Fraklandi.