Stóri bretski fótbóltsnetmiðilin, goal.com hevur sett eitt lið við teimum 11 spælarunum, sum hava floppað mest higartil í Premier League hetta kappingarárið.
Manchester United hevur tann ivasama heiðurin at hava tveir spælarar á floppliðnum hjá goal.com. Talan er um svenska verjuspælaran, Victor Lindelöf og armenska miðvallaran, Henrik Mhhitaryan. Nógv United-viðhaldsfólk hava eisini givið til kennar hvussu ónøgd tey eru við avrikið hjá júst teimum báðum higartil í ár.
Floppliðið ella "The No Team" hjá goal.com fyri fyrru helvt av kappingarárinum í Premier League sær soleiðis út:
Joe Hart - West Ham
Cedric Soares - Southampton
Victor Lindelöf - Manchester United
Ashley Williams - Everton
Danny Rose - Tottenham
Renato Sanches - Swansea
Jonjo Shelvey - Newcastle
Tiemoue Bakayoko - Chelsea
Henrikh Mkhitaryan - Manchester United
Alexis Sánchez - Arsenal
Christian Benteke - Crystal Palace










