Tveir unglingar til HM

Magnus Andreasen og Nikkel Petersen úr Ørvi vera við, tá HM fyri ung í bogaskjóting verður í Turkalandi í næstu viku

Bogaskjóting

 

Hetta skrivar Bogaskjótideild Føroya á heimasíðu sínari.

Longu tíðliga seinasta vetur byrjaði miðvís venjing, har bestu skjúttarnir vórðu funnir, og tveir teirra, Magnus og Nikkel, hava nú skotið somikið væl, at teir lúka kravið, sum sett varð fyri at sleppa við til HM.

Skráin er fyribils, men verður farið úr Føroyum 3. oktober og heim aftur 13. oktober.

Fyrsta kappingardagin verður skotið á longstu frástøðunum og næsta dagin verður skotið á styttru frástøðunum. Samlaða úrslitið frá hesum báðum døgunum verður grundarlag fyri, hvussu skjúttarnir koma at dystast.

Alt eftir, hvussu nógvir skjúttar eru, verður loyvt í mesta lagi 128 skjúttum víðari úr hvørjum bólki.

Føroysku úttøkukrøvini vórðu sett eftir, hvussu nummar 32 stóð seg í HM fyri tveimum árum síðani, og tí verður vónað, at føroysku skjúttarnir eru við í fremra bólkinum av teimum 128, sum skjóta seg til finaluumførini.