Tveir unglingar renna aftaná veteraninum

Um nakar fer at hótta John Rødgaard, so verður tað Hans Kristian Simonsen, og Martin Poulsen hevur eisini ein møguleika

FM Í TALVI FYRI EINSTAKLINGAR

Tað kann væl hugsast, at tað longu í dag, Skírisdag, verður greitt, hvør fer at vinna FM kappingina í talvi fyri einstaklingar 2004. Tvey umfør eru á skránni í dag. Undanfarnu árini hevur verið telvað allar dagarnar í dimbuldagavikuni. Men á Toftum verður ikki telvað Langa fríggjadag. Í morgin er frídagur. Tí eru tvey umfør á skránni í dag. Lagt verður fyri klokkan tíggju, og seinna umfarið er á skránni klokkan trý seinnapartin. Síðsta umfarið verður leygardagin klokkan tíggju.
Eingin ivi er um, at John Rødgaard er stórfavorittur at vinna FM heitið, sum hann hevur vunnið fleiri ferðir áður. Seinasta ferðin, at hann vann FM, var í 2001. Tá ið fimta umfarið var liðugt týskvøldið, hevði John Rødgaard framvegis ikki tapt. Tryggur og avmáldur og uttan á nakran hátt at vísa tekin um, at hann yvirhøvur hevði hugsað um at gera royndir, sum kanska kundu miseydnast, hevði hann dyggiliga sektað minstu mistøkini hjá mótstøðumonnunum. Tað hevði borið fýra stig við sær í trimum vunnum og tveimum jøvnum talvum.
Í fimta umfarinum totaðist Carl Eli Nolsøe Samuelsen í vónini um, at støða skuldi taka seg upp, sum bar remis við sær. Teir báðir sótu longri enn allir hinir. Men John var ikki til at vika í endaspælinum. Harvið var møguleikin hjá Carl Eli fyri fyrstu ferð at vinna FM heitið burtur. John var tann einasti, sum týsdagin fekk fulla úrtøku við hvíta fólkinum.
Umframt Carl Eli er tað ein annar í landsliðsbólkinum á Toftum, sum ikki hevur vunnið FM. Tað er Olaf Berg. Hann stóð seg ikki serliga væl í fyrstu umførunum, men týsdagin tvífaldaði hann við svarta fólkinum og við sigri á Boga Ziska um úrtøkuna.

Kendi alt uttanat
Føroyameistari í 2002 var Hans Kristian Simonsen. Hann hevur gjørt nógv við telvingina síðstu tíðina. Eftir at hava luttikið í fleiri kappingum uttanlands er hann í góðari dystarvenjing. Tað noyddist Torkil Nielsen, sum hevði hvíta fólkið, at ásanna týsdagin.
Torkil er saman við Jens Kristiani Hansen tann, sum fyri longst tíð síðani fyrstu ferð var við í FM kappingini. Tað er ein fjórðings øld síðani, at teir ? báðir hava teir áður verið meistarar ? luttóku fyri fyrstu ferð. Felags fyri teir báðar er, at teir verða mettir at hava framúr gávur at telva, og tað er eisini felags fyri teir báðar, at teir seinnu árini ikki hava gjørt so nógv við telvingina.
Hans Kristian Simonsen hoyrir til nýggja ættarliðið, sum hevur gjørt nógv við at seta seg inn í teoriina. Týsdagin nýtti hann frarnska verju. Tá ið teir báðir eftir dystarlok tóku talvið ígjøgnum aftur, segði Hans Kristian, at hann kvøldið fyri og tíðliga henda morgunin hevði verið nógv talv hjá Torkili ígjøgnum, og hann var komin til, at franska verjan var tann besta.
? Teir fyrstu trettan leikirnar telvaðu vit púra beint eftir teoriini. So veik Torkil eitt sindur frá. So uppstóð støðan við finnum á d4 og e6. Í eini bók er eitt kapitul víkt hesum temanum í fronskum, og tað dugi eg uttanat, staðfesti ungi maðurin.
Torkil striddist manniliga ímóti Hans Kristiani, sum stútt og støðugt át seg inn á mótstøðumannin. Torkil var í svárari tíðarneyð. Tað kom fleiri ferðir fyri, at hann bara átti eitt sekund eftir av tíðini, tá ið hann flutti og harvið legði ein hálvan minutt afturat. Men at enda legði hann kongin.

Fylgir við í Houston
Ein annar av ungu og dugnaligu monnunum, sum hevur gjørt nógv við at seta seg inn í teoriina er Martin Poulsen, sum var meistari í fjør. Eftir fimta umfarið hevði hann framvegis møguleika at endurvinna FM heitið. Um tað skuldi eydnast, var tað alneyðugt, at hann vann í sjeynda umfarinum ímóti John Rødgaard. Teir báðir settu seg við talvborðið klokkan tvey seinnapartin í gjár. John átti hvíta fólkið.
Martin eigur næsthægsta styrkistalið í hesi kappingini. Talið hjá honum er 2258. Mikudagin hevði hann í fimta umfarinum Jens Kristian Hansen yvirav sær. Styrkistalið hjá Jens Kristiani er 2182.
Hetta talvið hevði, sum rímuligt er, serligan áhuga millum áskoðararnar. Talan var um eitt sindur fløkta og ikki avkláraða støðu, tá ið Martin, sum hevði hvítt, bjóðaði remis. Jens Kristian hugsaði seg um eina løtu, og so tók hann av. Toftamenn, sum høvdu eygleitt, vildu vera við, at teirra maður hevði staðið betri og átti at havt hildið fram eina løtu afturat. Men Jens Kristian tóktist nøgdur við hálva stigið.
Tá ið teir báðir sótu og eftirmettu, sást hvussu bitnir telvarar eru av sínum spæli ella stríði, mugu vit heldur kalla tað. Pápi Martin fylgdi soninum. Hetta var síðsti møguleikin hjá honum í hesum umfarinum. Hann skuldi av landinum og tvørtur um Atlantshavið í arbeiðsørindum. Hann vónaði at fáa møguleikan í Houston í Texas at fáa høvi á onkrari teldukafe í lufthavnini at sleppa inn á heimasíðuna hjá Talvsambandinum (faroechess.com) at frætta, hvussu tað hevði hilnast hjá soninum.
Tað var ikki fyrrenn pápin var farin væl og virðiliga frá borðinum, at Martin leyp upp fyri at biðja farvæl!

Býttu um leiklutir
Umboðini hjá Klaksvíkar Talvfelag í landsliðsbólkinum eru Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe. Teir báðir hildu týdkvøldið, at teir neyvan vóru røttu umboðini fyri felagið, um ætlanin var at vinna FM fyri einstaklingar, umframt at felagið frammanundan hevði vunnið FM kappingina fyri lið.
Í fimta umfarinum sótu teir yvirav hvørjum øðrum. Rani, sum hevur 2101 í styrki, meðan Steintór hevur 2096, hevði hvíta fólkið. Sambært Steintóri hevur tað í FM kappingum fyri einstaklingar oftast verið soleiðis, at Rani hevur verið omaná, tá ið vinmenninir og Frændirnir hava dystast. Soleiðis var tað ikki hesa ferð.
Tá ið teir báðir tóku talvið ígjøgnum aftur, eftir at tað var koppað til fyrimunar fyri Steintór, staðfesti Rani, at hann rættuliga tíðliga hevði verið ov bleytur og ikki hevði syrgt fyri at fáa hvíta bispin hjá Steintóri, sum seinni gjørdist rættuliga sentralur, kroystan út úr spælinum, og samstundis hevði hann verið óneyvur við øðrum riddaranum hjá sær. Tað kostaði nógv. Støðan hjá Steintóri gjørdist sterkari, og hóast Rani í endaspælinum royndi, so var tað týðuligt, hvønn veg tað bar.

Støðan
Eftir fimm umfør var støðan í landsliðsbólkinum henda: John Rødgaard 4,0 stig, Hans Kristian Simonsen 3,5 stig, Martin Poulsen 3,0 stig, Steintór Rasmussen, Bogi Ziska og Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2,5 stig, Jens Kristian Hansen og Torkil Nielsen 2,0 stig og Rani Nolsøe 1,0 stig.
Í gjár varð telvað soleiðis: Hans Kristian Simonsen?Rani Nolsøe, Jens Kristian Hansen?Torkil Nielsen, John Rødgaard?Martin Poulsen, Steintór Rasmussen?Bogi Ziska og Carl Eli Nolsøe Samuelsen?Olaf Berg.
Í fyrsta bólki var Eyðálvur Johannesen úr Kollfjarða Talvfelag á odda við 4,5 stigum. Liðfelagin hjá honum, Bernard Thomsen, hevði 4,0 stig, og Finnbjørn Vang úr Klaksvíkar Talvfelag hevði 3,5 stig eftir fimm tey fyrstu umførini.
Í unglingabólkinum var Helgi Dam Ziska úr Havnar Telvingarfelag á odda við 5,0 stigum ella fullari úrtøku. Næstir honum vóru sandavágsmenninir Rógvi Egilstoft Nielsen og Jón Gregersen og Bogi Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag. Teir høvdu allir 4,0 stig.