Fótbóltur
Eitt av feløgunum, sum higartil í vetrarsteðginum hevur verið hampuliga aktivt á leikaramarknaðinum, er HB. Einamest hevur tað vakt ans, at tað hevur eydnast eldra grannafelagnum at fáa fatur á Jákupi á Borg og Heðini á Lakjuni, sum báðir vóru at rokna sum lyklaleikarar hjá B36, men felagið hevur so eisini gjørt sáttmálar við flestu av teimum, sum í fjør vóru við til at vinna gullið annað árið á rað.
Um vikuskiftið varð so boðað frá, at telagið nú hevði gjørt nýggjar sáttmála við tveir av yngru leikararnar í hópinum, nevnliga Rókur F. Jespersen og Páll M. Joensen. Serliga Rókur fekk fleiri dystir á besta liðnum í fjør, men Páll hevur eisini snoddað nakað til fyrstu deildarfótbólt, og einki er at ivast í, at tey í HB rokna við, at hetta eru tveir av teimum leikarum, sum í framtíðini fara at gera um seg á besta liðnum.
HB hevur annars í vetur mist nakað av yngra fólkinum til AB, sum veruliga tykist brynja seg til í stríðnum um uppflyting, men úr HB-leguni eru boðini, at tað er gongdin í fótbólti, at leikarar soleiðis skifta felag. Og at hetta ikki minst er vandin, tá yngri leikarar kunnu hava tungt við at bíta seg fastar á besat liðnum.