Tveir ungir hondbóltsleikarar úr Grønlandi skulu spæla við VÍF. Talan er um 18 ára gamla bakkin, Inuuteq Heilmann, og 19 ára gamla strikuleikaran, Gerth Johansen, ið báðir eru úr Sisimiut.
Hetta skrivar Sermitsiaq í kvøld.
Tað er ikki fyrstu ferð at VÍF samstarvar við grønlendingar, og orsøkin er sum vera man, Ingi Olsen, ið er grønlendskur landsliðsvenjari. Ingi Olsen sigur við Sermitsiaq, at hetta eru tveir leikarar, ið hava víst at teir vilja hondbóltin, og at tað verður gott fyri teir at venja á tí støði sum VÍF venur á.
-Jú meira tú venur og vilt spæla hondbólt, jú størri er møguleikin fyri at røkka langt. um teir leggja nóg nógvar tímar í venjingina, bæði í høllini og í serliga í styrkirúminum, skulu teir nokk røkka langt, tað eri eg ikki í iva um, sigur Ingi Olsen við grønlendska miðilin.