Skrivlig umboðsmannaroynd verður hildin tvær ferðir um árið kring allan knøttin, í mars og september.
Í morgun varð so roynd hildin, og var ein luttakari við í royndini í Føroyum, sum FSF og FIFA skipa fyri.
Ólavur Waag Høgnesen var luttakarin, og stóð hann royndina.
Ólavur hevur tó ikki loyvi at virka sum leikaraumboðsmaður enn. Hann skal fyrst tekna eina ábyrgdartrygging í einum góðkendum tryggingarfelagi. Síðani skal umboðsmannayvirlýsingin undirskrivast og sendast FSF.
Tá ið FSF hevur fingið tryggingarskjalið og treytirnar, og ?umboðsmannayvirlýsingin? er undirskrivað, vil FSF útskrivað honum eitt loyvisbræv sum leikaraumboðsmaður.
Tá ið leikaraumboðsmaðurin hevur móttikið loyvisbrævið, hevur hann rætt at nevna seg sum: Góðkendur leikaraumboðsmaður av FSF.









