UPPTAKT
Í kvøld fer KÍ fyri fyrstu ferð á heimavøllin, síðani formaðurin Gestur Hovgaard legði frá sær og síðani Oddbjørn Joensen gjørdist venjari. Enn er tað iki greitt, hvør verður hjálparvenjari hjá honum. Men tað er greitt, at tað verður ikki D. J. Joensen, sum hevur verið hjálparvenjari hjá Ove Flindt Bjerg, og sum eisini undanfarnu árini fleiri ferðir hevur verið stuðul hjá KÍ venjarunum.
- Eg havi sagt við spælararnar, at teir skulu sleppa øllum ótta fyri at gera mistøk. Teir skulu spæla fótbólt, tí tað veit eg, at teir duga. 4-3-3 spælskipanin leggur upp til, at bólturin verður fluttur nógv, og at spælararnir arbeiða nógv fyri hvørjum øðrum. Í álopspartinum er alneyðugt, at vongspælið fæst at rigga, sigur Oddbjørn Joensen.
Í Klaksvík eru allir teir, sum vóru á Tvøroyri tøkir. Umframt teir, sum komu á vøllin, var Marek Wierzbicki við á Sevmýri. Hann hevur ikki sáttmála við KÍ í ár, men hann arbeiðir har norðuri, og so spælir hann við 3. deild. Eisini í kvøld verður Marek á dómaraseðlinum.
Funnu stríðsviljan
Tá ið ÍF vitjaði á Mølini, endaði tað við javnleiki. Í EB/Streymi harmast teir um, at tað ikki eydnaðist at fáa fulla úrtøku, men teir gleddust samstundis um, at stríðsviljin var, sum hann hevur verið undanfarnu árini. Teir hava higartil í ár ikki verið nøgdir við hugburðin.
Teitur Joensen, sum í fjør var í Fuglafirði, var sunnudagin fyri fyrstu ferð aftur á besta liðnum hjá EB/Streymi, og hann tóktist vera sannur fongur í høgra borði. Hann skoraði eitt mál, og fleiri ferðir setti hann við snildum dragingum trýst á ÍF verjuna.
Sorin Anghel og Sonni L. Petersen skoraðu í fjør eina rúgvu av málum. Higartil í ár hava teir verið sørir, men kanska var tað fráboðan um betri tíðir, tá ið Sonni L. Petersen setti bóltin í ÍF málið. Hetta taldi kortini ikki, tí Sonni var rangstaddur.
EB/Streymur, Sonni L. Petersen og Sorin Anghel hava fleiri ferðir argað klaksvíkingar.
Síðst tá ið KÍ var á heimavølli mitt í viku gekk einki serligt. Tá taptu spældu teir ikki væl, og teir taptu 2-0 móti Skála.