Tveir tunlar til Tjørnuvíkar

Í svarinum frá Bjarna Djurholm til Hans Paula Strøm og sum er dagfest 15. november í 2000, verður víst til tvær loysnir fyri tunlum til Tjørnuvíkar:


Uppskot 1:
Tunnil millum Marmanskallará og Tjørnuvík. Longdin er 2150 metrar, og hallið umleið 10 ‰. Sum einbreytaður tunnil við víkiplássum verður kostnaðurin mettur at verða góðar 40 mió. kr.
Í hesum uppskoti er ikki neyðugt við vegagerð ella ábøtum á verandi veg í sambandi við tunnilin.
 
Uppskot 2:
Tunnil millum Fjøruglyvrar og Tjørnuvík. Longdin er 1450 metrar, og hallið uml. 60 ‰. Sum einbreytaður tunnil við víkiplássum verður kostnaðurin mettur at verða uml. 28 mió. kr. fyri sjálvan tunnilin, og uml. 9 mió kr. fyri umbygging av vegnum millum Marmanskallará og Fjøruglyvrar.
Samlaði kostnaðurin er uml. 37 mió. kr.