Tveir trivaligir heimasigrar

Í gjár vann Víkingur 2-1 á NSÍ í Runavík. Í dag eru fýra dystir á skránni. HB hevur vunnið 4-0 stórsigur á heimavølli ímóti AB. Sigurin ber við sær, at HB er nýtt oddalið.

B68 hevur vunnið 2-0 á heimavølli ímóti KÍ. Tað ber við sær, at klaksvíkingar nú eru fullkomuliga isoleraðir í botninum, eisini tí at tað eydnaðist 07 Vestur at vinna eitt stig á heimavølli ímóti ÍF. Úrslitið var 1-1.

Hóast báðir partar royndu at leypa á, so eydnaðist tað ikki at skjóta mál í Streymnesi, har úrslitið millum EB/Streym og B36 var 0-0.

 

HB 13

B36 og NSÍ 11

EB/Streymur og Víkingur 10

B68, AB og ÍF 7

07 Vestur 5

KÍ 2

 

HB-AB 4-0 (1-0)

1-0: Rasmus Nolsøe 10.

2-0: Páll Mohr Joensen 61.

3-0: Fróði Benjaminsen 67.

4-0: Bjarni Jørgensen 84.

HB legði seg tíðliga á odda á heimavølli ímóti AB. Málskjútti var Rasmus Nolsøe við fínum frísparki, tá ið tíggju minuttir vóru farnir.

HB hevur í 1. hálvleiki havt skot á stólpan, meðan AB ikki hevur havt nógv at bjóða uppá. Argjamenn hava verið rættuliga varnir.

Eitt korter eftir steðgin hevur HB økt um leiðsluna, sum nú er 2-0. Málskjútti var Páll Mohr Joensen, sum stýrdi bóltin í málið, eftir at fríspark varð sent innfyri, og Hans á Lag við høvdinum hevði stýrt bóltin inn í brotsteigin.

Nú gongur tað skjótt hjá HB, sum er greitt omaná. Liðformaðurin Fróði Benjaminsen hevur økt um leiðsluna, sum nú er 3-0 ímóti AB.

85.: Eftir horna hevur Bjarni Jørgensen við hálvfluktara økt um HB leiðsluna, sum nú er 4-0.

Liðugt!

 

EB/Streymur-B36 0-0 (0-0)

Heimaliðið hevur havt bóltin meiri enn árstalsfelagið, men tað hevur ikki eydnast at fáa ferðina høgt upp og ofta at yvirspæla B36, sum sjálvandi er nøgt við støðuna, sum hon er.

90+: Egil á Bø sær reytt (tvey gul) eftir at hann óregluliga hevur steðgað B36 álopsspælaranum Koroma, sum var um at verða leysur.

 

07 Vestur-ÍF 1-1 (0-0)

1-0: Hendrik Rubeksen

1-1: Nenad Saric

Fuglfirðingar vunnu fyri stuttum fjórðingsfinalu í steypakappingini 3-0 í Sørvági. Í dag hevur ikki verið stórur munur á liðunum, og higartil hava fuglfirðingar ikki spent álopsbogan.

1-0: Tíðliga í 2. hálvleiki hevur heimaliðið 07 Vestur lagt seg á odda. Hendrik Rubeksen átti seinasta fótin á bóltinum, eftir at Jens Erik Rasmussen hevði spælt hann leysan.

ÍF hevur javnað. Málskjútti var Nenad Saric, sum gjørdist leysur innanfyri heimaverjuna og síðani setti bóltin framvið málverjanum.

Báðir partar endaðu við tíggju monnum. Fyrst var Balack Sinko hjá ÍF vístur av vøllinum og síðani Jóan Petur á Stongum hjá 07 Vestur.

Liðugt!

 

B68-KÍ 2-0 (1-0)

1-0: Keita 40.

2-0: Niklas Joensen 61.

Toftamenn hava leikliga verið omaná. Áðrenn teir fingu mál, høvdu teir bóltin á stólpanum aftanfyri Jákup Mikkelsen, sum í øðrum førum hevur bjargað meistarliga, tá ið Keita var púra leysur.

Fimm minuttir undan steðginum setti Keita við høvdinum bóltin í KÍ málið. Uppspælið átti unglingaspælarin Jóan Símun Edmundsson púra einsamallur. Tað var ógvuliga snilt og vakurt.

62.: 2-0. Høgri vongverjin, Niklas Joensen, sendi við høvdinum bóltin í netið aftanfyri Jákup Mikkelsen, eftir at Øssur Hansen hevði sent fínt fríspark innfyri.

B68 hevur havt fleiri aðrar møguleikar at økja um leiðsluna, eitt nú tá ið miðvallarin Nenad Stankovic var leysur.

Síðstu løtuna vóru toftamenn undirmannaðir, tí annar av B68 málskjúttunum, Niklas Joensen, sá reytt eftir takling.

Liðugt!