Tveir triðingar av nømingunum í áttanda flokki í Føroyum, hava koyrt í bili, har tey halda, at bilførarin koyrdi svakt.
Hetta vísir ein eftirmeting hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Ráðið fyri Ferðslutrygd fer nú undir eitt nýtt átak fyri at fáa fólk at brúka trygdarbelti og tað ger Ráðið við einum filmi, sum nú er lagdur á internetið.
Í hesum sambandi hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd gjørt eina eftirmeting í sambandi við undirvísingina í ferðslu, har tey hava kannað hugburðin til ferðslu hjá næmingum í áttanda flokki kring landið.
- Eftirmetingarnar vísa, at næstan fimti hvør næmingur, ella 18 prosent, hava verið í bili, har bilførarin var rúsaður, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
- Hetta er ein lítil bati í mun til eftirmetingina frá 2007, tá ið 25 prosent svaraðu hetta.
- Í ár siga 23 prosent av næmingum, at tað hendur seg, at onkur tey kenna væl, koyrir við kenning. Tó at hetta tal er høgt, er eisini her talan um ein munandi bata í mun til í 2007, har talið var 43 prosent.
Men í ár siga heili 63,7 prosent av næmingunum eisini, at tey hava verið í bili, har tey hildu, at bilførarin koyrdi svakt.
Eisini her er talan um ein bata, við tað at 72 prosent høvdu verið úti fyri hesum í 2007.
Ráðið fyri Ferðslutrygd heldur, at sostatt er nógv at arbeiða fyri.
Tí er annar filmurin í røðini, Ránið, nú lagdur á internetið og hesu ferð er evnið trygdarbelti.
- Bæði føroysk og útlendsk hagtøl vísa, at umleið helvtin av teimum sum doyggja í ferðsluni høvdu verið á lívi, brúktu tey trygdarbelti.
Filmurin, sum nú er lagdur á netið, nevnist ’The Click’ og endamálið er at eggja
ungfólki at bera seg rætt at í ferðsluni.
Leikararnir í filminum eru eisini hesaferð fýra ránsmenn í gekkaskortum, sum hava ilt við at sleppa undan løgregluni, tí ein teirra megnar ikki at bera seg rætt at í ferðsluni.
Hesin stuttfilmurin snýr seg um, at situr tú í bili, mást tú vera íbundin trygdarbelti. Men boðskapurin, sum er líka týðandi er, at sært tú ein annan í bilinum, sum ikki er íbundin, eigur tú at minna hendan á at binda seg í.
Stuttfilmurin verður bara vístur í HavnarBio, á facebooksíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og á Youtube.
Meðan átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er, fer Løgreglan eisini at gera ferðslukanningar, bæði í persónbilum og í bussum.