Tað einasta, sum kann sigast við vissu í toppinum í Sunset-kappingini, er at Stjørnan hevur tryggjað sær annað finaluplássið. Samstundis stendur kappingin millum Tjaldur, VB og Neistan um hitt finaluplássið.
Í morgin klokkan 15 tekur Tjaldur í Runavík ímóti Stjørnuni, og her ræður um hjá Tjaldri at vinna, skal liðið varðveita annaðplássið, sum gevur finaluaatgongd.
Og í Vági spæla VB og Neistin klokkan 15 í einum dysti, har taparin mestsum við vissu spælir av við finaluplássið. Hinvegin kann vinnarin styrkja sær um møguleikan at koma í finaluna ? serliga, um Tjaldur ikki fær nakað burturúr ímóti Stjørnuni.
Triði dysturin í næstsíðsta umfarinum í landskappingini er í Havn klokkan 14.30 millum Kyndil og StÍF, sum eru tey bæði niðastu liðini, ið ongan møguleika hava at blanda seg upp í oddastríðið.








